Í gjár, 22. januar 2019, fingu seks nýklaktir Byggifrøðingar prógv á Glasi. Talan er um eina bachelor útbúgving, sum Glasir bjóðar út í samstarvi við VIA University í Horsens.

Møguleikin at taka eina slíka útbúgving í Føroyum er í høgum meti millum lesandi og vinnu, tí ikki øllum dáma at fara av landinum at nema sær útbúgving. Hesir seks hava fyrst tikið Byggitøkni í  Føroyum, men hava so verið í  Horsens í eitt ár á Byggifrøði útbúgvingini, fyri síðan at koma aftur til Føroyar, har teir hava verið í praktikk og hava skriva endaliga verkætlan.
Seinasta hálva árið hava teir húsast á Glasir 700, sum er gamli Handilsskúla-bygningurin í Marknagili, har teir hava fingið holla vegleiðing frá undirvísarum á Glasi í sambandi við endaligu verkætlanina.

Glasir arbeiðir í løtuni við eini royndar verkætlan, har tað skal bera til at taka alla útbúgvingina í Føroyum, og í løtuni eru nøkur lesandi í gongd eftir hesi ætlan, tey vera ætlandi liðug um hálvt annað ár. Í summar byrjaðu 20 lesandi á Byggitøkni, sum  eisini ætla sær at halda fram at lesa til Byggifrøðing í Føroyum.

Vit ynskja teimum 6 hjartaliga tillukku við útbúgvingini.