21. desembur letur Sandoyartunnilin alment upp fyri ferðslu. Tað eru nøkur fá, sum hava ferðast gjøgnum tunnilin higartil – ikki nógv, mest arbeiðsfólk og átrokandi ferðsla.
Fríggjadagin 15. desembur vóru byggifrøðingarlesandi á Hægri Nám á Glasi so hepnir at koma í klubban av teimum, sum hava verið gjøgnum tunnilin.
Henda dag vitjaðu tey lesandi Sandoyartunnilin, har tey sluppu at koyra ígjøgnum og síggjar nakrar av teimum teknisku installatiónunum, sum eru í tunnlinum. M.a. er stór pumpistøð og hyljar til at halda tunnilin turran.
Verklagsarbeiði (annlegsarbeiði) er eitt byggiøki, har byggifrøðingar verða nýttir, hóast útbúgvingin er nógv rættað móti bygningsarbeiði.
Sandoyartunnilin er 10,8 km. langur og soleiðis tann longsti tunnilin í Føroyum. Lægsta punkt undir havbotninum er 155 metrar. Sandoyarmegin kemur tunnilin upp í Traðardali millum Skopun og Sands og streymoyarmegin kemur hann upp á Gomlurætt.
Her eru nakrar myndir, sum tey byggifrøðilesandi tóku á túrinum.