GEVIÐ GÆTUR: SKÚLAGONGDIN BYRJAR AFTUR HÓSMORGUNIN
20. oktober 2018Í heystfrítíðini hevur verið arbeitt við at gera bygningin lidnan innan. Málið er, at so gott sum allir tættir av arbeiðinum innandura eru lidnir tá vit møta aftur.
Vegna seinkingar í hesum arbeiði hevur Landsverk heitt á Glasir um at fáa tríggjar arbeiðsdagar afturat at gera ábøturnar lidnar. Hesum hevur leiðslan á Glasir eftirlíka.
Tískil byrjar undirvísingin eftir heystfrítíðina ikki mánamorgunin, sum ætlað, men hósmorgunin 25. oktober kl. 08:10. Hetta er galdandi fyri undirvísingina á gymnasialum miðnámi, á yrkisrættaðum námi og á serbreytini. Hægri nám er ikki ávirkað av broytingini.