Fyrireikingarnar til sangleikin Cabaret ganga við rúkandi ferð. Tey leikandi venja sang, tónleik, dans og koreografi. Onnur smíða pall, sniðgeva og seyma búnar, sniðgeva ljóðmynd, ljós og ymiskt annað. Og nú hevur leikurin fingið egna Facebook-síðu, har tú kanst fylgja gongdini í fyrireikingunum. Meira verður at frætta so við og við – her og á Facebook.