Heimsins mest viðurkenda málsliga prógv í enskum verður nú boðið út á Skeiðsdeplinum.
Cambridge Assessment English snýr seg um annað og meira enn bert próvtøkur og próvtøl. Tað snýr seg um dirvi, sjálvsálit, at samskifta og luttaka í øllum lívsins viðurskiftum.
Cambridge-skeiðið ger tað stuttligt og gevandi at læra enskt. Serliga tilgongdin til undirvísingina tryggjar tær eina framhaldandi menning í enskum. Allar próvtøkurnar eru skipaðar samsvarandi “The Common European Framework of Reference for Languages (CEFR)”. Hetta merkir, at tú mennir tínar førleikar bæði við at tosa, at skriva, at lesa og at lurta og skilja enskt.
Uttan mun til um tú ætlar tær at búgva uttanlands, at lesa víðari ella at arbeiða í Danmark ella aðrastaðni uttanlands, so er eitt Cambridge prógv eitt prógv um, at tú hevur góðar málsliga førleikar í enskum.
Hví velja próvtøku í enskum?
Fyrireikingarnar til próvtøkurnar eru soleiðis skipaðar, at tær geva tær eitt greitt mál fyri, hvat skal lærast, og geva tær soleiðis eisini eina skipaða lærugongd. Føstu karmarnir um læringina gevur tær sjálvsálit og áræði at arbeiða fram ímóti próvtøkuni saman við serstakliga góðari vegleiðingin frá royndum og dugnaligum undirvísara.
Les meira um skeiðið og melda teg til her í seinasta lagi 13. november. Skeiðið byrjar 17. november.