Heimsins mest viðurkenda málsliga prógv í enskum verður aftur í ár boðið út á Glasi. Tekna teg til skeið her í seinasta lagi mánadagin 16. oktober 2023. Undirvísing verður hósdagar í 5. blokki, og fyrsta undirvísing er 19. oktober kl. 15:30 í stovu 314. 

Cambridge Assessment English snýr seg um annað og meira enn bert próvtøkur og próvtøl. Tað snýr seg um dirvi og sjálvsálit til at samskifta og luttaka í øllum lívsins viðurskiftum. 

Cambridge skeiðið ger tað stuttligt og gevandi at læra enskt. Tann serliga tilgongdin til undirvísingina tryggjar tær eina framhaldandi menning í enskum. Allar próvtøkurnar eru skipaðar samsvarandi The Common European Framework of Reference for Languages (CEFR). Hetta merkir, at tú mennir tínar førleikar at tosa, skriva, lesa og skilja enskt. 

Uttan mun til, um tú ætlar tær at lesa víðari, at búgva ella arbeiða uttanlands, so er eitt Cambridge skeið eitt prógv um, at tú hevur góðar málsligar førleikar í enskum. 

Hví velja próvtøku í enskum? 

Fyrireikingarnar til próvtøkurnar eru ein skipað lærugongd, har tú fært greið mál fyri, hvat tú skalt læra og duga. Føstu karmarnir um læringina, og serstakliga góða vegleiðingin frá royndum og dugnaligum undirvísara, geva tær sjálvsálit og áræði at arbeiða fram ímóti próvtøkuni. 

Lærlingar, næmingar og lesandi á Glasi kunnu tekna seg til skeiðið HER í seinasta lagi 16. oktober 2023. 

Áhugaði, sum ikki hava beinleiðis tilknýti til Glasir, kunnu senda teldupost til hpt@glasir.fo