HEIMSINS MEST VIÐURKENDA MÁLSLIGA PRÓGV Í ENSKUM

Cambridge Assessment English eitur prógvið, sum hesi (sí mynd niðanfyri) fingu á Glasi í dag. Tey hava ment sínar førleikar bæði við at tosa, at skriva, at lesa og at lurta og skilja enskt. Uttan mun til um tey ætla sær at búgva uttanlands, at lesa víðari ella at arbeiða í Danmark ella aðrastaðni uttanlands, so er eitt Cambridge prógv eitt prógv um, at tey hava góðar málsligar førleikar í enskum. Vit ynskja teimum til lukku.