24. oktober 2021 kl. 23:00
Seinastu dagarnar eru COVID-19 smittutølini vaksin nógv. Talið av smittaðum nærkast 300 og tamarhald er ikki á smittuni. Flestu nýggju tilburðirnir eru millum ung fólk og børn. Smittan tykist spjaðast, har børn og ung savnast. Tí er alneyðugt, at vit øll á Glasi fylgja tilmælum um frástøðu og reinføri.
HERÐA SMITTUFYRIBYRGING
Leiðslan á Glasi heitir á starvsfólk, næmingar og lærlingar, foreldur teirra og avvarandi annars um at vera serliga varin komandi vikuna. Vit heita á øll um at halda frástøðu, at spritta væl og hava høgt reinføri – bæði hvør sær, í floksstovunum og á Glasi sum heild. Um starvsfólk, næmingur ella lærlingur fær sjúkueyðkenni, skal hon ella hann halda seg heima og lata seg kanna fyri Corona.
SÓTTARHALD, KANNINGAR OG KOPPSETING
Eftir boðum frá landslæknanum, skulu øll tey, sum ikki eru liðugt koppett og sum vita seg hava verið í sambandi við smittaðar persónar, verða heima og lata seg kanna. Uttan mun til kanningarúrslit skulu hesi vera heima í 10 dagar frá seinasta samband við smittaðan, og lata seg kanna 4., 6. og 10. dag eftir seinasta samband við smittaðan. Tey, sum hava fingið seinna prikið og tey, sum áður hava haft Covid-19, kunnu møta sum vant. Tó mælir landslæknin til, at koppsett, sum hava verið í sambandi við smittaðan persón, eru ansin næstu 10 dagarnar og lata seg kanna 4. og 6. dag eftir seinasta samband við smittaðan.
Um tit hava spurningar í hesum sambandi, so kunnu tit seta tykkum í samband við lestrarvegleiðingina.
Tilmælini frá Landslæknanum kunnu lesast her.