16. november luttók Glasir á ráðstevnu í Føroyum um lívslanga vegleiðing og inklusjón á arbeiðsmarknaðin, sum Undirvísingarstýrið og NVL (Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannaútbúgving) skipaði fyri.

Ráðstevnan var ætlað vegleiðarum, undirvísarum og øllum, sum á onkran hátt arbeiða við vegleiðing, útbúgving, inklusjón og arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.

Í sambandi við rástevnuna var lestrarvegleiðingin á Glasi vertur fyri einum degi fyri allar vegleiðarar í Føroyum mánadagin 20. november. Fyrilestrarhaldarar vóru Ronald Sultana og prof. Manwel Debono av Malta. Hetta eru millum fremstu serfrøðingar á økinum.

Yvirskipað varð tosað um at vegleiða tí einstaka í teirra ynskjum og samstundis taka atlit til samfelags- og vinnutørv. Ronald Sultana nýtti myndina um kameliónina, tí vegleiðarin skal “skifta lit” og taka atlit til tað, sum tann einstaki sigur, og samstundis taka meiri yvirskipaði atlit.

Týdningurin av at hava vegleiðing, serliga í einum lítlum samfelagi, varð umrøddur sum eitt amboð at halda fastur í teimum ungu og komandi ættarliði fyri at fyribyrgja, at tey flyta av landinum og ikki koma aftur.