Uppgávuskriving: Dátugrunnar ókeypis næstu mánaðirnar

6. apríl 2020

Kunning frá bókasavninum:

Donsku bókasavnssíðurnar Forfatterweb og Faktalink fara at liggja frítt á netinum komandi tríggjar mánaðirnar. Næmingar, sum skriva uppgávur ella fyrireika seg til próvtøkur, kunnu hava stórt gagn av síðunum.

Forfatterweb er eitt leksikon yvir rithøvundar við yvir 1100 vangamyndum og tekstum um temu, tíðarskeið og tekstasløg. Faktalink er greinasavn, sum tey sjálvi lýsa soleiðis:

“Faktalink er en samling artikler om samfundsrelevante og historiske emner som har bred interesse. Her finder man artikler om alt fra sport, kultur, historie, politik, IT, trends og medier og meget mere. Samlingen omfatter ca. 600 artikler og temaer, som løbende opdateres og øges, samt flere tusinde links og henvisninger.”

Næstu tríggjar mánaðirnar liggja hesi opin hjá øllum at brúka. Grundgevingin er hendan:

“I øjeblikket p.g.a. Corona krisen har vi besluttet at åbne helt op for Faktalink og Forfatterweb de næste 3 måneder, for at hjælpe alle lærere, elever og forældre så godt som muligt. Det betyder at login boksene nu er forsvundet og at man kan læse alle artikler fra start til slut.”

Til ber at venda sær til bókavørðarnar á Glasi, um tørvur er á hjálp í samband við at brúka hesar síður.

Keldur: Landsbókasavnið og Faktalink