Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
3. Endamálini við og heimildin fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum
Glasir skal veita lesandi og samstarvsfeløgum allar lógarásettar tænastur og veitingar, og tí er tað neyðugt hjá Glasi at viðgera tínar persónsupplýsingar.
Tað eru fleiri ymisk endamál við at viðgera tínar persónsupplýsingar:
- Glasir kann hava eina rættarliga skyldu yvirfyri tær, sum ger, at vit viðgera persónsupplýsingar um teg.
- Tað kunnu vera uppgávur, sum krevja viðgerð av tínum persónsupplýsingum, ið eru grundaðar á ta myndugleikaútinnan, sum Glasir hevur.
- Vit kunnu eisini hava fingið samtykki frá tær til at viðgera tínar persónsupplýsingar.
Heimild fyri okkara viðgerð
Tað kunnu sum víst omanfyri vera ymsar persónsupplýsingar, sum Glasir viðger, og heimildin er eisini ymisk.
- Heimildin fyri viðgerðini av vanligum persónsupplýsingum er í grein 8, stk. 1, nr. 1-5, og heimildin fyri viðgerðini av viðkvomum persónsupplýsingum er í grein 12, stk. 1, nr. 1-4 og nr. 6-7, og stk. 2 umframt grein 11, stk. 2 í dátuverndarlógini.
- Um vit savna og viðgera persónsupplýsingar til hagfrøðilig endamál, er heimild sambært ásetingina í grein 7 stk. 3 í dátuverndarlógini.