Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
2. Nær Glasir viðger persónsupplýsingar um teg
Glasir viðger persónsupplýsingar um teg í sambandi við virksemið hjá Glasi, harundir tær uppgávur, vit sum útbúgvingarstovnur hava skyldu at loysa, og tær tænastur, Glasir hevur skyldu til ella hevur avgjørt at veita tær.
Tað kann vera, at Glasir hevur gjørt eina avtalu við teg, og tað tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónsupplýsingar um teg.
Eisini kann tað vera, at tú hevur sent Glasi ein fyrispurning, eina umsókn, eina klagu, eina starvsumsókn o.s.fr., sum ger, at Glasir skal viðgera tað, tú sendir inn, sum eitt mál. Hetta ger, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
Fyri at tryggja, at upplýsingar um teg eru rættir í sambandi við virksemi á Glasi, kann Glasir troyta almennar dátugrunnar eftir persónsupplýsingum.
Glasir kann eisini viðgera eitthvørt mál, har tú ert ein partur av málinum. Tá verða tínar persónsupplýsingar eisini viðgjørdar.