Onki úrslit

    5. Móttakarar ella bólkar av móttakarum

    Glasir letur í útgangsstøðinum ikki persónsupplýsingar víðari, sum Glasir hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.

    Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini ella lógini um alment innlit o.s.fr., at vit senda persónsupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað er tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða latnar víðari.

    Harafturat nýta vit í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónsupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.

    << Aftur   |   Fram >>