Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
6. Flutningur til móttakarar í útlondum, triðjalondum ella í millumtjóðafelagsskapum
Glasir nýtir sum útgangsstøði ikki veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum so sum til sosialar miðlar, har móttakarin er í USA.
Um so er, at vit flyta tínar upplýsingar út um ES/EBS, fara vit at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutningin – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið undir tínum upplýsingum er nøktandi.
Glasir brúkar Facebook, Instagram og Youtube
Glasir er á sosialum miðlum, ið vera brúktir til kunning og ymsar lýsingar. Tú eigur at vera vitandi um, at m.a. Facebook, Instagram og Youtube savna inn upplýsingar um teg við at brúka farspor, tá tú brúkar tær sosialu síðurnar hjá Glasi. Tað hevur við sær, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðuni, og Facebook, Instagram og Youtube brúka hesar upplýsingarnar til at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skalt síggja.
Um tú sært tað, sum liggur á Facebook, er tað helst, tí tú hevur skrásett tín vanga á Facebook og hevur góðtikið politikkin hjá Facebook.
Her kanst tú lesa meira um politikk um farspor hjá Facebook.