Onki úrslit

    7. Hvaðani persónsupplýsingarnar stava

    Sum áður nevnt, heintar Glasir tínar persónsupplýsingar, og fyri tað mesta eru tær beinleiðis frá tær, men tær kunnu eisini vera frá øðrum.

    Í onkrum førum fær Glasir persónsupplýsingar um teg, um vit skulu viðgera eitt mál, sum tú á ein ella annan hátt ert ein partur av. Tá kunnu persónsupplýsingarnar vera komnar frá øðrum almennum myndugleikum ella felagsskapum sum til dømis TAKS, landsfólkayvirlitinum ella frá tí, sum hevur lagt málið fram fyri Glasir.

    Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.

    << Aftur   |   Fram >>