Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
8. Tíðarskeiðið, sum persónsupplýsingarnar verða goymdar í
Glasir hevur skyldu at ansa eftir, at persónsupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja tann skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.
Sum almennur myndugleiki skjalførir Glasir post, sum kemur inn og fer út. Í hesum sambandi fylgir Glasir galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast.
Glasir hevur sambært fyrisitingarlógini og skjalasavnslógini o.ø. skyldu til at varðveita upplýsingar í málum. Mál hjá Glasi verða flutt á goymslu hjá Tjóðskjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn. Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur Glasir ikki longur atgongd til upplýsingarnar.
Starvsumsóknir hjá teimum, sum ikki fingu starv hjá Glasir, verða burturbeindar, tá setanartilgongdin er liðug, um ikki annað er tilskilað.