Hósdagin 1. februar fingu 13 lesandi á Glasi løn fyri 2½ ára langt stríð, tá tey fingu prógv sum diplomleiðarar í leiðslu. Útbúgvingin telur 60 ECTS og er ein hægri útbúgving á bachelor stigi.
Í nærum 10 ár hevur verið møguligt, at lesa til Diplomleiðara úti í Marknagili. Glasir hevur tætt samstarv við ymisk yrkisakademi í Danmark, og hevur eisini gjørt samstarvsavtalur við fleiri teirra, millum onnur Copenhagen Business Academy.
1. februar upprann so dagurin, tá 13 nýggir leiðarar blivu klaktir á Glasi. Á samkomu úti í Marknagili, handaði Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, prógvini. Eisini vóru røður og annað á skránni.
Myndatekstur:
Fremsta rað: Høgni av Skarði, Kristian Dahl og Ken Nónklett. Mittasta rað: Petur Oluf Joensen, Jóannes Næs Petersen, Karl Jakob Ósá og Rúni Højgaard. Aftasta rað: Ann Ellingsgaard, Jónhild Rasmussen, Barbara Berg, Vivian Guðjonsson, Eina Andreasen og Elsa Maria í Garði.
Vit ynskja teimum øllum hjartaliga tillukku við prógvinum.