Í sambandi við at Egon Øregaard hevði 40 ára starvsdag á Glasi tann 1. august 2019, var móttøka fyri honum á Glasi í dag, fríggjadagin 29. november kl. 15.00. Fitt av fólki var komið saman at heiðra Egon, sum veruliga hevur sett spor eftir seg í arbeiðslívinum. Hetta var nakað, sum kom greitt fram í talunum frá m.ø. virkandi rektaranum á Glasi, Steinbjørn Hardlei, og Magna á Lakjuni, sum hevur starvast saman við Egoni í 19 ár. Støðufesti, humor og ágrýtni vóru nevnd millum mongu góðu eginleikarnar, sum Egon hevur.

Gávur, talur, ábit og gott lag á fólki eyðmerkti løtuna á Glasi, har Egon vónandi virkar mong ár afturat teimum 40, hann nú hevur á baki.