EITT KVØLD UM VIKUNA – ÚTBÚGVING Í SØLU OG MARKNAÐARFØRING?

4. desember 2020

Nú er møguleiki fyri at gerast betri til títt starv ella fáa innlit í eitt nýtt fakøki.

Akademiútbúgvingin er til tín, sum hevur eitt arbeiði og hevur hug at víðariútbúgva teg – eitt kvøld um vikuna. Tú avger um tú ynskir at taka alla útbúgvingina ella bert velur at taka nøkur fak, sum hóska til tíni áhugamál. Um tú tekur alla útbúgvingina tekur hetta vanliga umleið 2½ ár – eitt fak hvørt hálvár.

Vit byrja aftur nú í februar 2021 við eini av grundlærugreinunum “ Marknaðarkunning og greining”. Í hesum fakinum fært tú betri innlit í:

Hvussu kundar taka avgerð um keyp
Hvørjum kundum vit skulu fara eftir
Hvussu tú kundi lagt teg eftir sølu uttanlands
Hvussu tú kanst gerast betri til sølu og marknaðarføring til vinnukundar og privatkundar

Freistin at søkja er 10 januar 2021. Sí upptøkutreytir og umsóknarblað her.