Yrkisnám 3 á El-deildini vitjaði herfyri byggjaríið av stórhøllini við Tjarnir.
Endamálið við vitjanini var at síggja eina stóra byggiverkætlan, serliga við atliti til el-arbeiðið.
Tað er sera spennandi hjá lærlingunum at síggja eina so stóra verkætlan framda í verki, serliga tá hugsað verður um stutta skotbráið í verkætlanini.
Trygdin er í hásæti, tá arbeitt verður við eini so stórari verkætlan sum Tjarnir. Hetta bæði sást og varð greitt frá í sambandi við vitjanina.
Av tí, at arbeiðið er so stórt og skal gerast yvir stutta tíð, eru fleiri elfyritøkur um arbeiðið.
Á hesum túrinum vístu Allan Matras og Fríði Nolsøe frá EL-FO okkum runt á arbeiðsplássinum.