Elektrikaralærlingar á virkisvitjan í Suðuroy

5. oktober 2018

Í samband við útbúgvingina at læra til elektrikara er vanligt at fara námsferð. Mánamorgunin 1. oktober gekk leiðin til Suðuroyar, har ein 2 daga ferð umfataði virkisvitjanir á SEV-verkinum í Vági, Vágsverkið. Í sama viðfangið vitjaðu vit eisini í Marghøllini og Pálshøll. Týsdagin fingu vit sera forkunnuga rundvísing á spildurnýggja pelagiska virkinum hjá Varðanum.

Fríggjadagin 5. oktober er vitjan Havsbrún í Fuglafirði á skránni. Meir at frætta har frá seinni.