Fríggjadagin 9. februar fingu 10 elektrikarar váttan fyri staðið sveinaroynd.

Í hesum sambandi vóru arbeiðsgevarar, felagar og avvarðandi boðin til hugnaliga samkomu á el-breytini á Glasi.

Her gekk tosið fyri tað mesta um, hvussu sveinaroyndirnar vórðu framdar, hvørjar avbjóðingarnar vóru og hvussu tær vórðu loystar.

Elektrikarar, sum tóku sveinaroynd hesu ferð, vóru (frá vinstru í bólkamyndini):

  • Rói Kollslíð
  • Gunnar Kárason í Løðu
  • Rúni Sunnleifsson Jacobsen
  • Jon Eyðfinn Jacobsen
  • Høgni Reinert á Plógv
  • Heini Poulsen     
  • René Shaki Joensen
  • Hilmar Nybo Justesen
  • Helgi Durhuus
  • Teitur Andrias Mouritsen

Hjartaliga tillukku til allar elektrikarar. Niðanfyri eru nakrar myndir frá hugnaløtuni á el-breytini.

Mikudagin 28. februar kl. 15.30 verður almenn prógvhandan á Yrkisnámi, har allir lærlingar innan yrkini bil, el, hárfríðkan, húsasmíð, maskin og smiðju, sum gjørdu sveinastykkið í september/oktober/desember 2023 og í januar/februar 2024, fáa handað prógv.

Myndir frá tiltakinum