Áhugin fyri hondbólti hevur verið eyðsýndur hesar dagarnar, eisini á Glasi. Til allar tríggjar dystirnar hevur næmingaráðið skipað fyri at vísa dystirnar á stórskíggja í Atrium á Glasi.
Síðsti dysturin móti Póllandi var einki undantak. Umleið 70 næmingar á Glasi nýttu høvi at síggja dystin á stórskíggjanum saman.
Hóast tað ikki rakk til sigur móti Póllandi, so var talan um eitt samanumtikið væleydnað tiltak hjá næmingaráðnum. Niðanfyri eru nakrar myndir frá dystinum móti Póllandi.