Erlendur Háfoss úr 23v á Glasi var 28. juni til 4. juli til eitt sera læruríkt EM í landafrøði í Kopaonik í Serbia. Niðanfyri er ferðafrásøgn, sum Erlendur hevur gjørt frá túrinum:

Fyrsta dagin tóku vit buss frá Beograd til Kopaonik. Túrurin vardi umleið 5 tímar. Vit búðu á staði, ið var eitt skíðstað um veturin, og eitt stað við nógvum virksemi um summarið.

Finalan í EM í landafrøði innihelt fleiri royndir. Vit høvdu áleið 7 tímar av ymiskum royndum (Written test, Fieldwork og MMT multimediatest). Finalan fór fram yvir 6 dagar, so tú hevði eisini góða tíð at gera ymiskar aktivitetir og læra onnur at kenna.

Vit vóru eitt nú á fleiri útferðum, har vit upplivdu vøkru náttúruna í Kopaonik og gjørdu ymiskar sosialar aktivitetir og m.a. spældu basketball ímóti finaluluttakarunum úr øðrum londum.

Um kvøldarnar var eisini EM í fótbólti á skránni, har vit, sum luttóku, sóu dystirnar saman í sjónvarpi. 

Umframt hetta var ein dagur, har vit skuldu gera ein bás, har vit kundu greiða frá um Føroyar og Danmark. Eg greiddi frá um Føroyar fyri teimum, ið luttóku. 

Ein annan dag – seinasta kvøldið – var framløga har vit eisini skipaðu fyri spurnarkapping/quiz og fun facts um Føroyar og Danmark.

Hóast hendan kappingin hevur verið í nógv ár, so var hetta fyrstu ferð at umboð fyri Føroyar og Danmark luttóku í hesi europeisku kappingini, ið er verður kallað “EGeo”. Vónandi fara umboð fyri Føroyar eisini at luttaka komandi ár.

Royndirnar til finaluna gingu ok hjá mær, men tað eydnaðist tó ikki at fáa heiðursmerki. Hinvegin fekk eg nýggj vinarløg, lærdi nógv og upplivingar fyri lívið.

Vit ynskja Erlendi hjartaliga til lukku við avrikinum.

Niðanfyri eru myndir, sum Erlendur tók frá túrinum.