Hósdagin var hátíðarløta á Glasi, har teir lærarar, sum hava staðið Námsfrøðiliga Útbúgving skúlaárið 2020-2021, vórðu heiðraðir.

Síðstu árini hava myndugleikarnir sett meira orku og pening av til at geva lærarum á mið- og yrkisnámi námsfrøðiliga møguleika at taka námsfrøðiligu útbúgvingina. Hetta arbeiðið hevur veruliga gjørt mun, og seinasta árið hava 19 lærarar staðið útbúgvingina. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku.


Á myndini síggjast frá vinstru:
Katrin Rajani, Pauli Guðjónsson, Sanna M. Klein, Maria E. Luihn, Paula Gaard, Gunnbjørn Joensen, Rúna Jakobsen, Eydna í Billustovu, Sigurd Nordendal, Laila av Reyni, Jan H. McIntosh, Anna Sofía Mellemgaard.

Hesi vanta á myndini:
Andrias Jacobsen, Johan Johannesen, Gunnar Isfeld, Jákup B. Jensen, Sámal Soll, Signa Joensen.