Erlendur Háfoss úr 23v á Glasi hevur hesar seinastu mánaðirnar luttikið í innleiðandi kappingum í landafrøði OL fyri næmingar í Danmark, Føroyum og Grønlandi. 15. og 16. mars var semifinalu umfar, og her eydnaðist Erlendi at koma sær í finaluna.
16 næmingar luttóku á semifinalurin. Finaluumfarið verður 27. og 28 . apríl. Her skulu fýra næmingar finnast, sum skulu til altjóða olympisku leikirnir í landafrøði, sum verða í Dublin í august mánaði.
Longu nú er greitt, at Erlendur skal til EM í landafrøði, sum verður í Serbia 28. juni til 4. juli í ár. Erlendur skal luttaka á EM samanvið tveimum øðrum úr donsku kappingini.
So verður spennandi, um Erlendur eisini megnar at koma sær við til OL í landafrøði í Dublin í august mánaði.
2800 næmingar byrjaðu í landafrøði kappingini.