Innleiðandi kappingin í landafrøði OL í Danmark, Grønlandi og Føroyum helt fram 18-19 januar í Aarhus, har kvartfinaluumfarið varð hildið á Institut for Geoscience á Aarhus Universiteti.
Erlendur Háfoss úr 23v á Glasi hevði kvalifiserað seg til kvartfinaluna og var við á tiltakinum í Aarhus. Tað gekk væl hjá Erlendi, sum kom víðari í semifinalurna. 16 næmingar eru komnir í semifinaluna, sum verður 2. marts í Odense. Nøkur av hesum koma í finaluna. Sendir verða 4 næmingar til altjóða olympisku leikirnar í landafrøði, sum verða í Dublin í august mánaði í ár.
Tað var ein stór uppliving fyri Erlendur at vera við og eisini at koma víðari.
“Vit gjørdu ymiskar royndir í 3 tímar, har vit fingu spurningar um grafar, hvar gosfjøll eru at finna og hví og nógv annað. Síðani var ein spurnarroynd í 45 minuttir. Dagin eftir skuldu vit aftur gera ymiskar royndi, m.a. at kanna evnir í lutum. Henda dagin fingu vit eisini at vita, hvørji vóru komin víðari,” sigur Erlendur, sum sigur, at túrurin til Aarhus var ein stór uppliving eisini á tí sosiala partinum, har hann lærdi nógv nýggj fólk at kenna, og har tey vóru úti og ótu saman.
2800 næmingar byrjaðu í kappingini. Nú eru 16 eftir. Ein teirra er Erlendur.
Vit eru spent eftir at vita, hvussu tað fer at ganga víðari hjá Erlendi. Hjartaliga til lukku fyri flott avrik higartil.