Í gjárkvøldið vórðu teir tríggir vinnararnir av stuttsøgukappingini á Glasi í 2021 avdúkaðir á almennum tiltaki í bókasavninum. Nummar 1 gjørdist Eyðbjørg Reynslág, sum gongur í 20ð. Nummar 2 gjørdist Annika Dalsgaard, sum gekk í 20q. Nummar 3 gjørdist Fía Winther Poulsen, sum gongur í 20b. Søgurnar kanst tú lesa her, við at trýsta á leinkini, sum eru knýttt at søguheitunum.

Eyðbjørg

Eyðbjørg Reynslág vann stuttsøgukappingina við stuttsøguni “Lagnunnar speisemi”. Dómsnevndin segði um stuttsøguna hjá Eyðbjørg, at: “Lagnunnar speisemi” er ein heilskapað stuttsøga við einum greiðum bygnaði: byrjan, miðju og enda, men kortini fært tú kensluna av, at søgan er partur av eini størri heild. Høvundurin megnar at gera verðina í søguni so livandi, at tú væl fært ímyndað tær, hvat er farið fram, áðrenn søgan byrjar, og hvussu hon heldur fram eftir, at síðsta orðið er lisið. Søgan er ævintýrakend, men samstundis er hon um nakað so veruligt sum at tora at taka eina avgerð, hóast hon er ring, og liva við avleiðingunum.”

Annika

Annika Dalsgaard fekk 2. pláss í stuttsøgukappingini við stuttsøguni “Menniskja”. Dómsnevndin segði um stuttsøguna hjá Anniku, at “Menniskja” er ein væl skrivað søga, ið við stillførum og poetiskum máli lýsir eitt inniligt samband og samskifti millum menniskja og náttúru. Á hendan hátt skrivar søgan seg inn í rákið vistbókmentir, ið ger um seg í okkara tíð.”

Fía Winther Poulsen fekk 3. pláss í stuttsøgukappingini við stuttsøguni “Ein neyðtøka”. Dómsnevndin segði um stuttsøguna hjá Fíu, at “Sum fleiri aðrar søgur, ið eru komnar inn til stuttsøgukappingarnar á Glasi gjøgnum árini, so tekur henda søgan eitt sárt evni upp.

Fía

Hendan søgan kastar tó annað ljós á evnið. Stílurin í søguni er knappur og staðfestandi. Tamarhald er á øllum. Øllum. Hetta er ein søga, har óttin stýrir. Ein søga, sum fleiri kunnu kenna seg aftur í – og kortini verður lesarin so dyggiliga tikin á bóli.”

Tað var Hans Pauli Tórgarð, leiðari fyri Máli og Bókmentum á Glasi, sum handaði teimum trimum vinningarnar, sum vóru á ávikavist 5000, 3000, og 2000 krónur.

 

Søgurnar eru tøkar her:

Stuttsøga_1_2021_Lagnunnar_speisemi

Stuttsøga_2_2021_Menniskja

Stuttsøga_3_2021_Ein_neyðtøka