Seinastu vikurnar hevur verið møguleiki at atkvøða fyri Lesaravirðislønini 2025. Eisini á bókasavninum á Glasi hava vit eggjað næmingunum at lesa og atkvøða.
Tær tilnevndu bøkurnar vóru Sára Malena eftir Sólrun Michelsen, Vilstar røtur eftir Ingun Christensen og Lygn eftir Eyðun Klakstein, sum eisini gjørdist vinnarabókin í ár.
Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.
Lygn er ein spennandi føroysk krimi um gallaríeigaran Jón Amos, sum fær tvey ymisk brotsverk at uppklára.