‘Fagursljós’ kickstartar longu mikudagin kl. 15:30, tá Leiklist framførir brot úr sangleikum í marghøllini. Frá hósdegnum 2. desember og eina viku fram sýna skapandi lærugreinarnar og serbreytin á Glasi fram nakað av tí, tey hava framleitt higartil í ár. Framsýningar eru ymsa staðni í bygninginum og eisini eru ymisk tiltøk – eitt nú sjónleikur og ókeypis jólasalong – hesar komandi dagarnar. Vitjið framsýningarnar og tiltøkini, sum eru fyri øllum, sum ganga ella arbeiða á Glasi.
Á hvørjum ári hava vit ‘opið hús’-tiltøk á Glasi, har skapandi lærugreinarnar sýna fram nakað av tí, tey fáast við og hava framleitt. Vanliga verður hetta gjørt á kvøldsetum, har skúlin er opin fyri øllum. So verður ikki í ár. Tó fara skapandi lærugreinarnar og serbreytin at sýna fram og hava ymisk tiltøk á Glasi vikuna frá 2. til 9. desember. Tiltakið hevur fingið navnið ‘Fagurljós’, har næmingar og lærlingar lýsa myrku tíðina upp við list, framførslum og lívi. Hetta verður gjørt á skúlanum í dagtímunum, og ætlanin er, at øll á Glasi skulu kunna síggja framsýningarnar, uppliva framførslur, fáa ókeypis viðgerð í Jólasalongini og keypa ting, sum serbreytin hevur framleitt. Niðanfyri, undir yvirskriftini “Framsýningar”, sæst, hvar lærugreinarnar sýna fram; longri niðri, undir yvirskriftini “Tiltøk og framførslur” sæst, hvar og nær serligar framførslur og tiltøk eru á skránni.
FRAMSÝNINGAR:
Foto: Myndir verða sýndar á stóra skíggjanum í atrium um framt á skíggja og uppvørpu á 4. hædd
Hárbreytin: Sýna fram myndir frá verkætlan 1950 á skíggja og hava “Jólasalongina”, har næmingar bjóða ókeypis liting av brúm og vippum, hárvask og stíling, og so gelish-neglavið. Hetta er á 5. hædd
Klædnaatstøði: “EINGIL” í atrium.
Leiklist: Framførsla í marghøllini fríggjamorgunin í fyrsta steðgi, kl. 09:45 til 10:05
Miðlakunnleiki: Stuttfilmar, sum
Myndlist: Myndir og list, eitt nú linoleumsprent og tekningar, verður sýnd fram í longu gongini á 4. hædd.
- Maria Moy við Jesubarninum: Í gongini á 4.hædd við myndlistastovurnar verða myndir m.a. sýndar fram hjá holdum í myndlist c og b (21z, 21up og myn b). M.a. verður ein verkætlan at síggja, ið snýr seg um avmyndan av Mariu Moy við Jesubarninum. Eitt myndevni, ið er æviga aktuelt ikki minst í desember og sum frá miðøld og endurburðartíð og fram til í dag hevur verið afturvendandi t.d. í kirkjulistini. Avbjóðingin var, at næmingarnir sjálvir kundu velja hvønn myndlistaligan stíl, tey vildu lýsa myndevnið við og hetta gav eitt sera fjølbroytt úrslit við meira og minni abstraktum myndum.
Serbreytin: Søla av ymiskum jólapríði, smákøkum, kleynum, .súltutoyi og brústsukuri – alt, sum tey sjálvi hava framleitt. Hetta er við stóra jólatræði á 3. hædd
Tilvirkisatstøði: Næmingarnir sýna fram nakrar verkætlanir sum tey hava gjørt. Hetta er á 5. hædd
Visuel marknaðarførsla: Skeltiskriving fram við inngongini á 4. hædd
TILTØK OG FRAMFØRSLUR:
Mikudagin 1. desember
15:30 til 17:00 Leiklist kickstartar tiltakið ‘Fagurljós’:
- Kl 15:30 – 15:50: Mamma Mia (20 minuttir)
- Kl 16:00 – 16:20: Og tað sigur tú (20 minuttir)
- Kl 16:30 – 16:50: Grease (20 minuttir)
Hósdagin 2. desember
08:10-13:30 Serbreytin: “vit selja ymiskt jólapríði, smákøkur, súltutoy og brústsukur”. Hetta er á 3. hædd
11.30-12.00 Leiklist framførir brot úr sangleikum í Marghøllini!
Fríggjadagin 3. desember:
08:10-13:30 Serbreytin: “vit selja ymiskt jólapríði, smákøkur, súltutoy og brústsukur”. Hetta er á 3. hædd, við stóra jólatræðið
9:45-10:05 Leiklist í Marghøllini: “Tá eg skilti” – ein leikur, sum næmingar í leiklist sjálvi hava skrivað.
08:10-13:40 “Jólasalongin“ er opin á 5. hædd. Her verður møguleiki hjá øllum lesandi og starvsfólkum á Glasi at fáa ókeypis viðgerðir á hárdeildin. Viðgerðir, ið næmingarnir á yrkisnámi 1 bjóða ókeypis í hesum sambandi eru:
- lita brýr/vippur
- vaska og styla hár
- gellish
Opið er frá 8.10 – 13.40 og neyðugt er at bíleggja tíð, við at koma framvið á deildini á 5 hædd.
(skráin verður víðkja og dagførd her á síðuni)