Undirvísarar á masterstigi á miðnámi, sum eru í holtur við, ella sum hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, fáa nú møguleika at taka eitt fakdidaktiskt skeið í telduligari hugsan (en. Computational thinking).

Skeiðið verður fríggjadagin 8. mars, og tað er Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetur Føroya, sum skipar fyri. Tað er ókeypis fyri miðnámsskúlalærarar, íð sum áður nevnt eru í holtur við ella hava tikið námsfrøðiliga útbúgving. Hesi hava frammíhjárætt at luttaka. Fakdidaktisk skeið er seinasta skeiðið, sum krevst fyri at fullfíggja námsfrøðiligu útbúgvingina.

Skeiðið varar í ein dag og møguleiki er at fáa 1 ECTS. Undirvíst verður í Aulini á Frælsinum á donskum máli. Bókmentalisti verður útflýggjaður, áðrenn skeiðið byrjar. 

Við tilmelding verður skeiðslýsing umframt innskrivingarskjal sent.

Eru pláss tøk eftir tilmeldingarfreistina 1. mars kl 12.00 kunnu onnur fáa pláss á skeiðnum við einum luttøkugjaldi á kr. 750,-.

Skeiðshaldari er Nina Bonderup Dohn, professari í Læring og IT og leiðari á Center for Learning Computational Thinking á Syddansk Universiteti.

Nina er dr.phil. í anvendt filosofi, ph.d. i læringástøði, og cand.mag i filosofi og fysik. Hon hevur útgivið eina røð av greinum og bókum bæði sjálv og í samstarvi við onnur.

Hennara gransking og undirvísing leggur dent á at byggja brýr millum filosofi og námsfrøði, bæði ástøðiliga og praktiskt, við serligum atliti til KT í læring, leiklutin hjá kroppinum og tigandi læringaformar.

Sí meira á hesi leinkju um útgávur hjá Ninu Bonderup Dohn: 

https://portal.findresearcher.sdu.dk/da/persons/nina.

Serliga tvey evni verða lýst á skeiðnum.

1) Tað verður víst á ymsar hættir av KT-didaktikki at stuðla undir læring við framløga av ymsum frálæruhættum og tilmælum til, hvussu KT kann nýtast í frálæruni. Kjakast verður um, hvørt KT-didaktikkur er ein nýggjur didaktikkur, ella um talan er um eina víðkan av siðbundnum didaktikki við nýggjum tólum.

2) Innleiðsla í hugtakið telduliga hugsan og grundgevingar fyri at nýta telduliga hugsan í ymsu fakunum at stuðla undir læring.

Tilmelding: laufeyb@setur.fo