Malan Ludvig og Eyðstein Simonsen hava verið við í eini NordPlus-verkætlan hetta skúlaárið. Evnið hevur verið fakligur trivnaður, og úrslitið av arbeiðinum er ein trivnaðarhandbók, sum tit kunnu heinta niður niðast í greinini. Til ber at lesa meiri um verkætlanina her: Trivsels-projekt 25/26
Í august vóru vit saman við trimum lærarum frá Christianshavns Gymnasium og trimum frá Ørestad Gymnasium uppi í Nuuk, har tríggir aðrir lærarar vóru knýttir at verkætlanini. Í desembur hittust vit aftur í Keypmannahavn. Tað hevur verið sera áhugavert at eygleiða undirvísing hjá øðrum undirvísarum í okkara grannalondum og síggja, hvussu lík og ymisk vit eru. Ein av mongu gimsteinunum, vit hava í norðurlendskum didaktikki, er virðiligi tónin millum næming og lærara. Hetta eiga vit at hjúkla um, tí gransking vísir, at hetta er við til at menna fakligan trivnað hjá næmingunum.
Verkætlanin hevur verið sera spennandi at arbeiða við, og sjálvi halda vit, at úrslitið kann brúkast til at fáa inspiratión til egna undirvísing. Handbókin er eisini vælegnað at nýta í flokstoymisarbeiðinum, tá arbeitt verður við fakligum trivnaði. Lesið endiliga bókina og brúkið tað, tit halda er viðkomandi. Tað er sjálvandi eisini loyvt at tillaga til egnan tørv.