Mánakvøldið 6. mars kl. 18:30 verður felags kunningartiltak fyri øllum, sum ætla sær at søkja inn á útbúgving/ar á Glasi komandi skúlaár. Komandi næmingar, foreldur avvarðandi og onnur áhugaði fáa kunning um allar tær útbúgvingar, sum søkjast kunnu inn á áðrenn 15. mars 2017. Leiðsla, lestrarvegleiðarar og lærarar í ymsu lærugreinunum kunna um møguleikar og innihald á ymsu breytunum og leiðunum – bæði innan yrkisrættað nám og gymnasialt miðnám. Útbúgvingartilboðini á Glasi fevna um alt tað, sum Tekniski Skú5li í Smiðjugerði, Handilsskúlin í Marknagili og Studentaskúlin og HF-skeiðið í Hoydølum fyrr hava boðið út. Nú eru hesir tríggir skúlar savnaðir í ein, Glasir, sum nú er Føroya størsti útbúgvingarstovnur.
Kunningartiltakið verður í Hoydølum og byrjar mánakvøldið 6. mars kl. 18:30.