Felags prógvhandan fyri næmingar á Glasi verður 28. juni kl. 13.00 í Stórhøllini á Hálsi.

Heitt verður á næmingar um at møta í góðari tíð og skulu teir sita á plássum sínum í seinasta lagi kl. 12.45.

Fotografur tekur mynd, tá hvør einstakur næmingur fær prógvið handað og myndirnar verða tøkar hjá næmingum í tíðarskeiðinum 6. juli til og við 31. juli. Eftir hetta ber ikki til at fáa myndina. Fotografurin tekur eisini flokksmyndir.

Vit fara at heita foreldur og onnur avvarðandi, um ikki at ganga fram í høllina at taka myndir. Nógv fólk vera í høllini og tað kemur at órógva, um avvarðandi ganga frammi við pallin.

Møguleiki at heilsa uppá hvønn annan og fáa ein drekkamunn í stórhøllini á Hálsi, tá prógvhandanin er liðug.

Somuleiðis bjóðar skúlin drekkamunn úti á deildunum – í Hoydølum, Marknagili og Smiðjugerði – eftir hátíðarløtuna á Hálsi.

Pisufundir:
Pisufundur fyri næmingum á Glasi í Marknagili og í Smiðjugerði verður í Grasagarði kl. 17.
Pisufundur fyri næmingum á Glasi í Hoydølum verður í Viðarlundini kl. 18.