Næmingar á Miðlakunnleika hava tikið upp og klippt dokumentarfilm um Bolivia-hjálpina. Filmurin lýsir verkætlanina í Bolivia, sum næmingar á Glasi á hvørjum ári savna pening inn til. Upptøkurnar eru gjørdar av næmingum á B-stigi í Miðlakunnleika, sum í 2017 vitjaðu tekniska skúlan TAEPO í Bolivia. Endamálið við ferðini var m.a. at dokumentera, hvat peningurin fer til og at gera verkætlanina meira nærverandi fyri tey, ið savna inn, og at vísa føroyingum, at hjálpin ger mun.
Filmurin, sum er 25 minuttir langur, sæst her: