Komandi vikurnar verður undirvísingin ikki á skúlanum, men verður framd sum fjarundirvísing. Næmingar og lærarar arbeiða við hús eftir vanligu tímatalvuni.

Kunning um, hvussu undirvísingin er skipað, verður send við telduposti til allar næmingar. Allir næmingar skulu:

  • dagliga fylgja við í kunning frá skúlanum á Office 365 – í innbakkanum og í bólkunum Lesandi GM og Lesandi YN
  • dagliga, í sambandi við undirvísing, at fylgja við kunning frá lærarum
  • møta fyrireikaðir til fjarundirvísing
  • lata inn uppgávur sum vanligt og til tíðina