“Fjølmánar” til sølu!

24. september 2021

Nú er stuttsøgusavnið “Fjølmánar” at fáa til keyps í avgreiðsluni á Glasi fyri einans 100 kr. Kom og ognað tær henda týðandi mentanardýrgripin í dag!

Fjølmánar er úrslitið av stuttsøgukappingini, ið Glasir skipar fyri á hvørjum ári. Fleiri enn 60 søgur komu inn í 2020. Fjølmánar er eitt úrval av vinnarasøgunum tey seinastu 3 árini.

16 hugtakandi stuttsøgur eftir okkara spennandi og dugnligu ungu rithøvundum:

RANNVÁ GLERFOSS – DÓRA JOENSEN – HØGNI POULSEN – ALVI JESPERSEN – BIRGIR FERJÁ HELDARSKARÐ – EMILJA HØJGAARD – INGRID JACKSDÓTTIR PETERSEN – ÓLUVA NOLSØE JOENSEN – DØGG DJURHUUS NÓNSGJÓGV • ANNIKA DALSGAARD – SØLVI NÆS HOYDAL – ANNIKA SVEINSDÓTTIR THOMASSEN •- LEA HØGNADÓTTIR HAMMER