FM fyri handverkslærlingar

4. oktober 2017

Hósdagin 5. oktober byrjar FM fyri handverkslærlingar. Kappast verður í fakunum timbur, rørsmíð og hárfríðkan.

Kappingin verður skotin í gongd hósmorgunin kl 9:00 á Torginum í SMS. Lærlingarnir kappast tá í hálvan annan tíma, áðrenn sjálv setanin verður. Tað verður Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum setir tiltakið.

Meðan rørsmiðju- og timburlærlingarnir loysa eina stóra uppgávu yvir tveir dagar, er hárfríðkanar kappingin uppdeild í smærri uppgávur. Sostatt steðga hárfríðkanarlærlingarnir kl 14:30 hósdagin, meðan hini halda fram til kl 18:00.

Kappingarnar byrja aftur fríggjamorgunin og halda fram til kl 15:00, tá ið døming fer fram. Tað eru skoðanarmeistarar úr vinnuni, sum meta um avrikini og finna vinnararnar í ymisku fakunum.

Kl 17 verður steypahandan. Tað verður Rigmor Dam, Landstýriskvinna í Mentamálum, sum fer at handa vinnarunum steypini.

Handverkarar og onnur starvsfólk úr vinnuni saman viđ Tekniska Skúla í Klaksvík og Glasi fara at vísa uml. 1000 næmingum úr 7. og 8. flokkum runt á Torginum í SMS.