Kunningarfundur fyri foreldur og avvarðandi at næmingum á 1. ári á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi verður hóskvøldið tann 23. september frá kl. 19.00 til 21.30

Við komu til bygningin verða tit biðin um at halda frástøðu og at spritta hendurnar væl við høvuðsdyrnar.

Skráin fyri kvøldið

  • Útbúgvingarstjórarnir bjóða vælkomin í atrium
  • Stutt tónaleikaframførsla við næmingum
  • Terji á Lakjuni: Sálarheilsukanning av miðnámsskúlanæmingum
  • Lestrarvegleiðingin greiðir frá teimum uppgávum og tænastum, sum hon bjóðar næmingunum, herundir sálarfrøðitænastuni
  • Lesi- og skrivitænastan (LST) kunnar um arbeiðið við næmingum, ið hava avbjóðingar innan lesi- og skriviøkið
  • Tónleikabólkur framførir
  • Kaffi og køka á 3. hædd
  • Farið verður í flokshølini. Lestarvegleiðari, toymið og lærarar greiða frá skúlagongdini og krøvum, ið verða sett til lestrarvirkni
  • Rundvísing á skúlanum.

Tiltakið endar kl. 21:30. Tó at kvøldið ikki er ætlað til viðtalur, so verður høvi at skifta orð við lærarar, lestrarvegleiðarar og leiðslu um ymisk viðurskifti viðvíkjandi skúlagongdini.