Næmingar úr 17x á Glasi hava framleitt rættiliga nógv ymiskt á temadøgunum, sum vóru frá 13. til 15. november. Ein bólkur hevur gjørt vegleiðandi heimasíðu, har tú kanst læra meira um Talgildu Føroyar. Vitja síðuna her.
Tað er ikki smávegis førleikar og starvsheiti, næmingahópurin – ella starvsfólkahópurin í sp/f FørFram, sum tey rópa seg á heimasíðuni – hava. Hygg bara her, hvat Hannis, Ísak, Kristoffur, Hørður og Pætur skriva um teirra leiklutir:
Hannis Ritter: Ritstjóri, forritari, verkætlanarleiðari, rættlesari, fíggjarnevndarlimur, stýrisnevndarlimur, skrivistovufólk, samskipari, HR-leiðari, tekniskur stjóri og produktstjóri
Ísak Z. Laksáfoss: Økisserfrøðingur, nevndarformaður, flutningsleiðari, hjálparforritari, hjálpargreinarritari, javnaðarleiðari, fíggjarnevndarlimur, matvøruveitari
Debes Heinesen: Marknaðargranskari, deildarleiðari, greinarritari, varaverkætlanarleiðari, trygdarnevndarlimur, hondlangari
Hørður Lognberg: PR-leiðari, fíggjarstjóri, 2. hjálpargreinaritari, revisor, trygdarleiðari, fíggjarnevndarlimur, húsavørður, skemtanarleiðari, bókari
Pætur Djurhuus: Trivnaðar-, Samskiftisleiðari, stjóri, 3. hjálpargreinarritari, marknaðarleiðari, stýrisleiðari, kaffikeypsmaður, ráðgevi, móttøkufólk, starvsfólkaleiðari, kundaleiðari
Marknaðarnevndin: Pætur Djurhuus og Kristoffur Debes Heinesen
Fíggjarnevndin: Hørður Lognberg, Ísak Z. Laksáfoss og Hannis Ritter
Stýrisnevnd: Pætur Djurhuus og Hannis Ritter
Trygdarnevnd: Hørður Lognberg og Kristoffur Debes Heinesen
Javnaðarnevnd: Ísak Z. Laksáfoss
Heðin Joensen: Yvirsjónarmaður
Eyðstein Simonsen Varayvirsjónarmaður