Seinnapartin týsdagin 3. desember vóru formaður Fólkatingsins, Henrik Dam Kristensen, og formaður Løgtingsins, Jógvan á Lakjuni, á vitjan á Glasi. Við vóru umboð fyri Fólkating, Løgting og umsitingarnar hjá báðum tingunum. Steinbjørn Hardlei, virkandi rektari, og Magni á Lakjuni, útbúgvingarstjóri fyri yrkisnám á Glasi, vístu runt í bygninginum og Steinbjørn greiddi frá um m.a. arbeiðið á skúlanum, møguleikar, námsfrøðilig átøk og framtíðarætlanir.

Bjørt Samuelsen (E), Heðin Mortensen (C), og Jóhan Dahl (B), sum sita í formansskapinum í Løgtinginum, vóru við á vitjjanini, saman við m.ø. Karen Ellemann (V) og Pia Kjærsgaard (DF), sum eru ávíkavist 1. og 2. næstforkvinna í Fólkatinginum.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá vitjanini.