Góðu tit øll

Corona herjar eisini á í Bolivia. Skúlin, sum vit stuðla við okkara árliga dagsverkdegi, hevur sent øll heim. Útigonguforboð er í landinum. Nógv hava mist arbeiðið og hava onga inntøku. Tey hava einki trygdarnet. Fólk sleppa bara út og til handils eina ferð um vikuna til nærmasta handil. Í bygdini Cochis, har skúlin liggur, eru nógvar familjur sera illa fyri, tí tey hava ikki pengar til mat.

Eftirsum vit í næstum kortini fara at senda innsavnaða peningin til skúlan, skipa vit eisini fyri eini innsavning til harðast raktu familjurnar í bygdini at senda samstundis. So keypa okkara samstarvsfelagar í Bolivia inn og bera matin út til tey saman við herinum í landinum.

Um tú vilt stuðla við eini peningagávu, kanst tú flyta pengar inn á hesa konto í Bank Nordik 6460 15 333 65. Viðmerkið “Neyðhjálp”. Vit senda pengarnar hósdagin 21. mai

Niðanfyri eru dømir um, hvussu stóran mun tín stuðul kann gera :
20 kr. røkka til 10 breyð, 1 kg av mjøli og 1 kg av rísi
50 kr. røkka til 10 breyð, 1 kg av hveitimjøli, 1 kg av rísi, 3 pakkar av pasta, 1 litur av matolju og 1 kg av maismjøli.
50 maskur kosta 230 kr.
360 ml av spritti kosta 20 kr.

Boliviahjálpin var í útvarpinum mánadagin. Tann samrøðan, sum Finnur Koba gjørdi, kann hoyrast her.