Týskvøldið 3. november kl. 22 byrjaði eitt satt valmarathon á Glasi, tá yvir 400 næmingar møttu og fylgdu amerikanska fortsetavalinum beinleiðis á Glasi. Næmingaráðið skipaði fyri – og kantinan á Glasi, Allan Hjaltalin og hansara fólk, syrgdu fyri amerikonskum rættum, so fólkaræðisáhugaðu næmingarnir ikki sótu svangir alla náttina. Tiltakið varð avbera væl eydnað – bæði við fakligum íkasti frá lærarum, mati, stroyming og hugnaligari samveru. Niðanfyri eru nakrar myndir frá tiltakinum. Sum sæst á einu myndini var Joe Biden stóri favoritturin millum næmingarnar. Nú sær loksins út til, at teirra ynski verður veruleiki …