Flokkurin Y2340E3 innan elektrikarafakið á yrkisnámi hevur verið á námsferð í Keypmannahavn. Har hevur flokkurin vitjað virkir og fyritøkur, sum leggja serligan dent á orkutøkni.

Byrjað varð á Københavns Lufthavn. Her greiddi Bjarne Jørgensen frá um søguna hjá flogvøllinum sum byrjaði 1903-1906 við fyrsta danskaranum sum var á flogi (Jacob Ellehammer), til tann fyrsta terminalin úr viði, sum megnaði at taka 400 fólk, og tá ein flogferð kostaði 18.000 kr.

Frá 1925-1936 varð København Lufthavn útbygt til at kunna ruma 2.000 fólkum. Kríggið brast á stutt eftir og týskarar yvirtóku flogvøllin. Teir sameindu ætlaðu fleiri ferðir at bumba flogvøllin, men hvørja ferð vórðu ætlanirnar darvaðar av ringum veðri.

Í dag hevur Købehavns Lufthavn 80 fráferðingarstøð og kapasiteturin verður útbygdur til 125 støð í næstum. Tað arbeiða 38.000 fólk á flogvøllinum. 83.000 fólk fara um flogvøllin um dagin, tað er umleið 30 mió. ferðafólk um árið.

Frá flogvøllinum varð farið á Experimentarium. Her ber til at royna alt møguligt innan náttúruvísindaliga økið. Ein partur av Experimentarium kallast LYS har royndir kunnu gerast við styrki og litum á ljósi.

Vitjað varð eisini á Copenhill brennustøðini og orkuverkinum á Amager. Copenhill er eitt orkuverk, sum ger streym úr burturkast.

Á Teknisk Museum lærdi flokkurin um burðardygt innan ta sosiala, økonomiska og umhvørvisliga økið. Sosial burðardygt snýr seg um, hvussu fólk hava tað sum heilt. Økonomisk burðardygd er at tað fíggjarliga hongur saman í longdini. Umhvørvislig burðardygd snýr seg um dálking av umhvørvinum.

Seinasta vitjanin á túrinum var umborð á ferjuni Thygo Brahe, sum siglir millum Helsingør og Helsinborg í Svøríki – ein túrur sum tekur 20 minuttir at sigla. Henda farleið, sum er kend heilt aftur í víkingatíðina, er rættiliga serstøk, tí so ofta til ber sigler Thygo Brahe við el-orku. Ferjan varð umbygd í 2016-17 frá at vera oljurikin til at vera ein hybrid-ferja. Áhugavert var hjá el-lærlingum at hoyra, hvussu nógva orku ferjan brúkar fyri hvønn túr (áleið 1100 kWh), og hvussu ferjan verður lødd av landi við robotti.

Fyri hvønn túr brúkar ferjan áleið 1100 kWh. Battarí pakkin umborð hevur 6400 kWh samanlagt. Hvørja ferð lagt verður at, bæði í danmark og svøríki, so verður ein kapul forbundin og lada verður í cirka 8 minuttir. Ein robottur er monteraður í báðum havnum, sum forbindur ferjuna til el-netið í ferjuleguni. Lada verður við 10 kV við cirka 1MA, tað gevur 10MW.

Niðanfyri eru nakrar myndir av túrinum hjá flokkinum.