KFS – kristiligur felagsskapur fyri studentar – hevur tvær regluligar andaktir her á Glasi. Tær eru mánadagar og mikudagar í fyrsta fríkorteri – kl. 09:40 – í stovu 105. Harafturat verður serligt tiltak týsdagin 17. august. Tá er køkudagur frá kl. 11:40 til 12:10. Har kunnar felagsskapurin um virksemið sítt í næmingakøkinum á 2. hædd. Somuleiðis verður hugnaløta týskvøldið. Frætt nærri um hetta á tiltakinum týsdagin. Les meira um KFS á Glasi her, og um KFS Føroyar her.

Felagsskapir og áhugabólkar kunnu lýsa við fundum, tiltøkum og virksemi her á heimasíðuni.