Umsóknarfreistin at søkja inn á ‘Framleiðslutøkni’, ‘Marknaðarførslubúskap’ og ‘Innovatión og íverksetan’ er 1. juni. Tú kanst senda umsókn her.

Farið verður nú undir eitt nýtt útbúgvingartilboð til teirra, sum hava tikið eina stutta framhaldsútbúgving í Føroyum ella uttanlands. Útbúgvingin sum professionsbachelor innan innovatión og íverksetan er stovnað við tí endamáli at stuðla menningini av einum fjøltáttaðum vinnulívið og framhaldandi at stimbra íverksetaramentanina í Føroyum.

Talan er um ein yvirbygning til stuttar framhaldsútbúgvingar, so sum marknaðarførslubúskap, fíggjarbúskap, framleiðslutøkning, og byggitøkning, sum í løtuni kunnu takast á Glasi. Aðrar stuttar framhaldsútbúgvingar geva tó eisini atgongd til hesa nýggju útbúgving. Hetta er sostatt enn ein møguleiki hjá ungum at støðast her á landi.

Útbúgvingin er skipað í samstarvi við CPH Business (Copenhagen Business Academy). Ætlanin er harumframt at samstarva við verandi íverksetaravirksemi í Føroyum. Útbúgvingin tekur 1½ ár íroknað starvsvenjing.

Fyrsti flokkur verður tikin inn á sumri 2019, og umsóknarfreistin er 1. juni.

Somuleiðis kanst tú nú søkja inn á Framleiðslutøkni og Marknaðarførslubúskap. Freistin er 1. juni.

Síggj fleiri videobrot um Framleiðslutøkni og Marknaðarførslubúskap her:

 

MBÚ: