Fjølmentanarvikan í viku 43 var framúr her á Glasi.

Vit valdu at seta sjóneykuna á fimm lond við mati í kantinuni úr hesum londum. Eisini lærdu vit fólk frá hesum londum nærri at kenna við at fáa tey at siga heilt stutt frá teimum sjálvum og varpa hetta út á skermarnar á Glasi.

Tað var eisini almennur áhugi í fjølmentanarátakinum á Glasi. Ikki minni enn tvær ferðir vóru vit í Degi & Viku. Fyrru ferð yvirskipað um átakið, har tosað var við fólk úr øðrum londum, sum arbeið á Glasi. Seinnu ferð vitjaði KVF á serbreytini, har tey varpaðu ljós á tey lond, sum vóru við í átakinum hjá okkum.

Hesi lond vóru annars:

  • Tailand
  • India
  • Rumenia
  • Filipsoyggjar
  • Norðurmakedónia

Takk til øll, sum tóku lut, til kantinuna fyri at seta dám á við fjølmentanarmati alla vikuna og til øll somul, sum á sín hátt vístu áhuga og gjørdi vikuna til eina hátíðarviku.

Ein serlig tøkk til øll tey, sum settu andlit á fjølmentanina her á Glasi. Niðanfyri eru tykkara søgur. Takk fyri tær.

Eg eiti Ann Lamyai Wongwai Hermansen og eri úr Tailandi. Eg havi búð í Føroyum í 24 ár. Tey seinastu 4 árini havi eg gjørt reint á Glasi. Eg havi eisini ein lítlan handil í Tórshavn, sum selur asiatiskar vørur. Mær dámar alt við Føroyum.


Eg eiti Jirapron og eri úr Tailandi. Eg arbeiði sum reingerðarfólk á Glasi. Eg havi arbeitt her í 2 ár. Tað besta við Føroyum er, at fólk eru góð og fitt. Glasir er eitt sera gott stað at vera.

Eg eiti Naraphorn og eri úr Tailandi. Eg havi búð 16 ár í Føroyum. Eg arbeiði sum kantinufólk á Glasi og havi verið her í 4 ár. Tad besta við Føroyum er tað góða fólkið her á landi, og at Glasir er eitt gott arbeiðspláss.

Eg eiti Sharon og eri úr Chennai í India. Eg arbeiði sum lærari á Glasi. Eg havi arbeitt her í 14 ár. Tað besta við Føroyum og Glasi er tann vakra nattúran og teir fittu næmingarnir og starvsfelagarnir.

Eg eiti Sharada Ýr Unadóttir og eri ættleidd úr India. Eg kom til Føroyar sum 6 ára gomul. Nú eri eg 31. Eg geri reint á Glasi og havi arbeitt her í trý ár. Eg havi eisini gingið í skúla á Glasi á serbreytini. Føroyar er gott, øll eru góð við meg. Í frítíðini geri eg joga, gangi til vælverufitness og bindi. Eg brúki eisini tíð saman við sjeikinum. Vit hava verið saman í 16 ár.

Eg eiti Marian og eri úr Craiova í Rumenia. Eg arbeiði sum vaskifólk á Glasi. Eg havi arbeitt her í fimm ár. Tað besta við Føroyum eru øll tey góðu fólkini, og við Glasi, at tað er staðið, har eg vil vera.

Eg eiti Winda Tesoro Petersen. Eg komi úr Cebu, sum er næst-størsti býur á Filipsoyggjum. Eg arbeiði sum vaskifólk á Glasi og havi gjørt tað í 18 ár. Á Filipsoyggjum undirvísti eg á lærdum háskúla har innan sosiologi og mannfrøði (antropologi), og tí kenni eg meg heima her í læringsumhvørvinum á Glasi. Eg havi m.a. eina Master útbúgving innan virkisumsiting og -sálarfrøði. Tað mær dámar einamest við Føroyum er tað einfalda lívið her. Flestu føroyingar eru eisini fyrikomandi, fjálgir og familjukærir, og tað dámar mær. Mær dámar eisini bergtakandi, vøkru nattúruna í Føroyum.

Eg eiti Eloisa og eri úr Manila á Filipsoyggjunum. Eg geri reint á Glasi. Eg havi arbeitt her í 7 ár. Tað besta við Føroyum er tað góða og fitta fólkið, ið her býr, og at Glasir er eitt gott stað at vera.

Eg eiti Khirvie Reinert og eri úr Bohol á Filipsoyggjunum. Eg havi búð í Føroyum í 9 ár. Eg arbeiði sum vaskikona á Glasi. Mær dámar at arbeiða á Glasi. Tað er eitt gott stað at arbeiða – fitt fólk og fittir næmingar. Eg elski at búgva í Føroyum og fari at gera tað restina av lívinum. Hetta er tað tryggasta landið á jørð.

Eg eiti Alex Ocampo og eri úr Manila á Filipsoyggjunum. Eg eri lærari í enskum og eisini lestravegleiðari fyri GM. Eg havi arbeitt á Glasi síðani tað byrjaði. Áðrenn tað arbeiddi eg á Handilsskúlanum síðani 1998. Tað besta við Føroyum og Glasi er tað vakra umhvørvið, sum eg síggi hvønn dag, eg fari til arbeiðis, og ikki minni tey fittu og dugnaligu fólkini, sum eg arbeiði saman við.

Eg eiti Olgica og eg eri úr Skopje í Makedonia. Eg eri útbúgvin hárfríðkari. Eg havi búð 14 ár í Føroyum. Eg arbeiði sum vaskikona á Glasi. Eg havi arbeitt her í eitt ár. Mær dámar væl í Føroyum, tí her er so friðarligt, og natúrin er so flott. Glasir er eitt gott stað at arbeiða. Øll eru so fitt