Til ber at søkja inn á tríggjar fulltíðar útbúgvingar í summar. Hesar eru og Innovatión og íverksetan, Marknaðarførslubúskapur og Framleiðslutøkni.

Innovatión og íverksetan er ein sonevnd professiónsbachelorútbúgving meðan marknaðarførslubúskapur og framleiðslutøkni eru styttri framhaldsútbúgvingar. Les meira um útbúgvingarnar her. Tú kanst søkja inn her frá 15.mars. Freistin at søkja er 1. juni 2021.

Hevur tú handverkaraútbúgving ella miðnámsskúlaprógv, kanst tú søkja inn á Framleiðslutøkni ella Marknaðarførslubúskap. Upplýsingar og treytir kanst tú lesa við at trýsta á ymsu útbúgvingarnar á leinkinum her. Um tú hevur eina styttri hægri útbúgving, tó í minsta lagi 2 ár, akademiútbúgving ella aðra hægri útbúgving, kanst tú søkja inn á Innovatión og íverksetan í summar. Framleiðslutøkni og Marknaðarførslubúskapur eru millum útbúgvingarnar, sum geva atgongd til Innovatión og íverksetan. Samlaða útbúgvingartíðin verður tá 3½ ár. Allar tríggjar útbúgvingarnar eru fulla tíð við lestrarstuðli.