Í síðstu viku var ein myndafrásøgn úr Føroyum í stóra franska ungmannatíðarritinum, GEO Ado, ið Glasir-vinurin Lucas Frayssinet hevur skrivað.

 

Greinin ella frásøgnin snýr seg um Føroyar og føroyskan ungdóm og serliga næmingar á Glasi. Lucas hevur seinasta árið búð í Føroyum saman við unnustu síni, har hann hevur starvast sum tænari í Café Paname og brúkt nógva tíð at taka myndir av Føroyum og føroyingum fyri at koma at kenna okkum betur. Úrslitið bleiv henda frálíka myndafrásøgnin, sum einasta prentaða ungdómsblað í Fraklandi koyrdi á sína forsíðu. Í síðstu viku høvdu so allar kioskir í Frankaríki eina oddagrein um studentar á Glasi anno 2020.

Myndin av Lucas sjálvum er tikin av unnustu hansara Ophélie, sum eisini er fotografur; tey hava búð her í Føroyum á Signabø síðan í fjør summar, og starvast Ophélie í restaurant Barbaru. Tey hava bæði fleiri foto- og filmsverkætlanir í eldinum her í Føroyum, so tað verður spennandi at fylgja teimum víðari.

Tit kunnu lesa eina pdf-útgávu av greinini her!

….og so kunnu tit eisini hoyra eina áhugaverda útvarpssamrøðu á fronskum, sum Lucas ger við RADIO 4 um greinina og Føroyar sum heild.