Leygardagin 16. november varð stórleikurin Romeo og Julia frumsýndur á Glasi.
Fólk vóru bergtikin av uppseting og spæli. Ummælini hava verið framúr.
“Totalteatur á Glasi… Unni tykkum hesa uppliving…” skrivar Ingi Samuelsen frá Portalinum.
“Hetta er so kul… Coolness er sloppið at geva meining…” skrivar Birgir Kruse á sínum bloggi.
Eftir leikin savnaðust áskoðarar og leikarar til eitt lítið ábit. Til staðar var m.a. Zakarias Wang, sum vegna forlag sítt Stíðin hevur givið umsetta handritið av Romeo og Julia út í bók. Eisini týðarin, Hans Tórgarð, var til frumsýning
Nývaldi borgmeistarin í Havn, Elsa Berg, sum tekur við 1. januar, var eisini til leikin.